Føroysk postsøga á uppboðssølu í Týsklandi

10.03.2018 - 14:08
AktueltSamfelag
Føroysk postsøga á uppboðssølu í Týsklandi
21. mars verður eitt týdningarmikið og spennandi savn, sum við brævbjálvum skjalprógvar elsta skrivliga samskiftið í Føroyum, selt á uppboðssølu
Føroysk postsøga á uppboðssølu í Wiesbaden í Týsklandi
Mynd: © Posta  
 
 

Postsøga er eitt frítíðarítriv, sum er væl betur umtókt enn flestu fólk geva sær far um. Tað er eitt ítriv, sum fólk við áhuga fyri samskiftismenningini ella søgu sum heild, eru sera upptikin av. Milliónir av fólki kring knøttin kunnu við hesum ítrivi “ferðast gjøgnum søguna”. Hetta skrivar frímerkjadeildin hjá Posta í tíðindaskrivi.

Hetta serstaka savn hevur Geoffrey Noer úr Kalifornia, sum eitt skifti búði í Føroyum og gjørdist føroyavinur, savnað. Savnið er mett til at hava eitt virði á 5 mió. krónur og verður selt á uppboðssølu í Wiesbaden í Týsklandi. Við í savninum hjá Noer er elsta bræv sent úr Føroyum, elsta bræv sent innanoyggja í Føroyum og elsta bræv sent til Føroya.

Savnið skjalprógvar eisini hvussu føroysk posthús fóru at prenta yvir frímerki, tá frímerkjatrot var og hvussu postsambandið var undir øðrum heimsbardaga.

Savnið hjá Geoffrey Noer hevur vunnið størstu atljóða virðislønir í framsýningum og kappingum. Heinrich Koehler hevur eisini givið út bók um hetta serstaka savn. Bókin ber heitið “Faroe Islands – Postal History 1751-1948 – The Geoffrey Noer Collection”.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. september
Morgunlestur leygardagur 22. september 2018
85416
Fríggjadag 21. september
Pressan: Politiskur journalistikkur
85610
Fríggjadag 21. september
Morgunlestur fríggjadagur 21. september 2018
85415
Hósdag 20. september
Nón í Vestmanna
85591
Hósdag 20. september
Morgunlestur hósdagur 20. september 2018
85414
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. september
25 minuttir: Todi Jónsson
85504
Mánadag 17. september
3-2
85464
Sunnudag 16. september
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
85398
Leygardag 15. september
Andaktin
85382
Mikudag 12. september
»Bumbuflogfarið á Nakki«
16409