Eingin veit, hvussu nógv hvør føroyingur eigur

Eingin veit, hvussu nógv hvør føroyingur eigur
Men tann ríkasti fimtaparturin eigur 3,2 ferðir meira enn tey fátækastu
Ikki er skrásett, hvussu nógv, hvør føroyingur eigur.
 
12.03.2018 - 10:06

Ongar neyvar skrásetingar ella uppgerðir eru um, hvussu ognirnar í Føroyum eru býttar millum fólk, og hvussu tær eru knýttar at inntøkuni hjá fólki.

Tí fær Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, ikki svarað nøkrum av teimum sjey spurningunum, hon fekk frá Sonju J. Jógvansdóttur, løgtingskvinnu, um ríkidømið í Føroyum.

Hon spurdi, hvussu nógv ríkasta promillan, tað eru 50 tey ríkastu fólkini, eiga, og hvussu stórur partur er kvinnur og hvussu stórur menn.

Sonja J. Jógvansdóttir sigur, at nógv bendir á, at nógvir føroyingar eru serstakliga ríkir, men tíggju prosent liva í fátækraváða.

Okkurt er tó

Kristina Háfoss kann tó svara, at í Føroyum er tann ríkasti fimtaparturin 3,2 ferðir ríkari enn tann fátækasti fimtaparturin. 

Í Danmark er hann 4,1 ferð ríkari, og tað boðar frá størsta ójavna í Norðurlondum.

Í Íslandi er talið nakað tað sama sum í Føroyum, tann ríkasti fimtaparturin er 3,2 ferðir ríkari enn tann fátækasti fimtaparturin.  

Og tað talið boðar frá minsta ójavna í Norðurlondum.

Samanumtikið er ójavnin størri, longri vit fara burtur frá Norðurlondunum, sigur Kristina Háfoss.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858