“Gud signi Føroyar” heldur fram eftir páskir

“Gud signi Føroyar” heldur fram eftir páskir
Tríggir partar eru nú sendir, og hinir tríggir partarnir koma á skíggjan eftir páskir. Fjórði partur kemur hóskvøldið tann 5. april.
 
12.03.2018 - 09:45

Fleiri hyggjarar hava spurt, hví fjórði parturin í sjónvarpsrøðini “Gud signi Føroyar” ikki er at finna á heimasíðuni hjá kringvarpinum.

Orsøkin er, at røðin nú er komin í helvt og heldur fram tíðliga í apríl. Sum boðað varð frá í endanum á triðju sendingini, verður restin av sjónvarpsrøðini send beint eftir páskir.

Tríggir partar eru nú sendir, og hinir tríggir partarnir koma á skíggjan hóskvøld eftir páskir.

Tann fjórði parturin fer at snúgva seg um tann ymiskleika og tær ósemjur, sum mynda føroysku fólkakirkjuna, og hann verður vístur hóskvøldið tann 5. apríl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819