Trump: lærarar skulu duga at brúka vápn

Trump: lærarar skulu duga at brúka vápn
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur kunngjørt eina ætlan um at broyta vápnalógina, í kjalarvørrinum av mongu skottilburðunum á skúlum
 
12.03.2018 - 09:29

Donald Trump ætlar, at skúlar skulu venja lærarar at brúka skotvápn.

Forsetin hevur tó ongar ætlanir um at broyta 18 ára aldursmarkið fyri at keypa vápn, men hann hevur sett eina nevnd, sum m.a. skal viðgera spurningin um aldursmarkið.

14. februar doyðu 17 fólk á einum skúla í Florida, tá ein fyrrverandi næmingur fór at skjóta frá hond.

Og síðani hava myndugleikarnir í Florida samtykt at hækka aldursmarkið fyri at keypa skotvápn í statinum upp í 21 ár. 

Eftir nýggju reglunum skulu ganga tríggjar dagar, frá tí at vápn verður keypt, til tað verður útflýggjað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010