Jógvan á Lakjuni spyr um Kamb

Jógvan á Lakjuni spyr um Kamb
Tingmaðurin spyr Høgna Hoydal, hví Fiskimálaráðið noktaði línuskipinum Kambi at senda 50 tons av fiski til Føroya í bingjum
 
13.03.2018 - 08:46

Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum spyr nú Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, hví Fiskimálaráðið noktaði línuskipinum Kambi at senda 50 tons av fiski til Føroya í bingjum, tá lógin um sjófeingi heimilar at gera undantak í serligum førum.

Kambur, sum var til fiskiskap undir Íslandi, fekk tekniskar trupulleikar, og noyddist inn í Hafnarfirði. 

Ætlanin var at landa tey 50 tonsini, sum Kambur hevði fiskað, í bingjur, og senda tær heim til Føroya, tí íslandskvotan er í størra lagi til ein túr, men ov lítil til tveir.

Fiskimálaráðið svaraði, at tað bar ikki til, tí lógin sigur, at alt skal landast í Føroyum, hóast heimild er at geva undantak í "force majeure-liknandi umstøðum."

Jógvan á Lakjuni spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at broyta ásetingina um, at øll veiði skal um føroyskan bryggjukant, ella um hann ætlar at tulka ásetingina soleiðis, at fiskimenn, skip og samfelag fáa sum mest burturúr.

Tað sigur seg sjálvt, at skip eiga at sleppa at landa í Íslandi, um hetta er neyðugt vegna veður, sølu, prís og aðrar umstøður, tá tað undir ongum umstøðum loysir seg at sigla langa teinin til Føroya, sigur Jógvan á Lakjuni m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691