Uttanríkisráðharrin eisini sagdur úr starvi

Uttanríkisráðharrin eisini sagdur úr starvi
Donald Trump hevur sagt uttanríkisráðharran Rex Tillerson úr starvi, og hevur ístaðin sett ovastan í CIA, Mike Pompeo, sum uttanríkisráðhaðharra
 
13.03.2018 - 14:46

Í einum boðum sigur forsetin, at Pompeo fer at gera eitt gott arbeiði sum uttanríkisráðharrio, samstundis sum hann takkaði Tillerson fyri hansara arbeiði sum uttanríkisráðharri.

Nógv verður gitt um, hvi Tillerson ikki heldur fram sum uttanríkisráðharri. Ein talsmaður fyri forsetan sigur, at stórar avbjóðingar eru fyri framman - bæði samráðingar við Norðurkorea og handilsavtalan, NAFTA skal samráðast um við Kanada og Mexico.

Varastjórin í CIA, Gina Haspel, tekur við sum stjóri. Tað er fyrstu ferð, at ein kvinna verður stjóri í CIA.

Fyrst stjóri so uttanríkisráðharri

Donald Trump tilnevndi Pompeo sum stjóra í CIA í november í 2016, stutt eftir at hann varð valdur til forseta.

Pompeo sigur seg vera sera glaðan um, at hann fyrst varð valdur til stjóra í CIA og nú verður uttanríkisráðharri.

- Undir Donald Trump er USA vorðið eitt betri og tryggari stað at vera, og eg síggi fram til at umboða USA kring allan heimin og gera landið uppaftur betri og sterkari, sigur Mike Pompeo.

Ongantíð verið samdir

Rex Tillerson hevur ikki gjørt viðmerkingar til, at hann er koyrdur frá sum uttanríkisráðharri. Men eygleiåðarar siga, at samstarvið ímillum forsetan og uttanríkisráðharran hevur verið merkt av ósemjum, m.a. hava teir ongantíð verið samdir um, hvussu uttanríkispolitikkurin skal skipast.

Í fjør vísti Tillerson aftur, at hann skuldi hava kallað forsetan fyri býttling.

So seint sum í januar segði hann við CNN, at hann ongantíð hevur verið í iva um sálarligu støðuna hjá forsetanum.

Tað segði hann, eftir at fleiri fólk høvdu sett spurnartekin við sálarligu førleikarnar hjá Donaldi Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887