MBF eitur nú MEGD

MBF eitur nú MEGD
Á fundi 27. februar tók eykaaðalfundurin undir við at broyta navnið á meginfelagnum, MBF, til MEGD við tilhoyrandi nýggjum samleika.
Hilmar Eliasen og Dorit Olsen skutu upp at nýggja navnið hjá meginfelagnum skuldi verða MEGD.
Mynd: MEGD  
 
15.03.2018 - 08:19

MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, hevur fingið nýtt navn. Tað skrivar felagið, sum nú eitur MEGD, í tíðindaskrivi.

Í oktober varð navnakapping skrivað út, og tá freistin at lata uppskot inn var farin, vóru 157 uppskot komin inn. Starvsnevndin, sum fekk uppgávuna at umsita navna- og búmerkjabroytingina, tók eftir gjølla umhugsan undir við at leggja navnið MEGD fyri eykaaðalfundin saman við nýggja búmerkinum.

MEGD er nýtt føroyskt orð og er eisini eitt orð, sum hevur eina positiva merking. Orðið verður í hesum føri brúkt sum sernavn.

Tað vóru tvey, sum sendu sama uppskot inn. Tey vóru Hilmar Eliasen og Dorrit Olsen. M.a. grundgóvu tey við, at MEGD merkir megi og styrki og setir fokus á møguleikarnar hjá einstaklinginum og felagnum heldur enn forðingarnar. Orðið er stutt og lætt. Orðið hevur ikki serføroyskar bókstavir, sum ger tað lættari við telduposti, heimasíðu og altjóða samstarvi. Búmerkið hevur Else Sjúrðaberg, grafikari, gjørt eftir áheitan frá starvsnevndini.

Á eykaaðalfundi 27. februar varð nýggja navnið og búmerkið lagt fram fyri limafeløgini, og tóku tey undir við uppskotinum.

Megd er stórt meginfelag, í felagnum eru 24 limafeløg, sum hava 4.000 limir. Meginfelagið hevur havt navnið MBF síðani 1981, tá tað varð stovnað.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858