Maður handtikin fyri stuldur

Maður handtikin fyri stuldur
Løgreglan handtók seinnapartin 37 ára gamla mannin fyri at hava brotið inn á eitt viðgerðarstað í Havn og stolið stórar nøgdir morfini og ketogani
 
16.03.2018 - 18:31

Sambært løgregluni, hevur maðurin játtað seg sekan. Maðurin hevur greitt frá, at hann hevði tørv á meiri linnandi heilivági eftir ein skaðatilburð, og tí breyt hann ikki og stjól heilivág.

Vakmyndatól vísti greitt, hvør tjóvurin var. Tó hevur tað tikið løgregluni nakrar dagar at finna mannin.

Einki av stolna heilivágnum er komið aftur í aftur. Sambært løgregluni, hevur maðurin greitt frá, at hann sjálvur hevur brúkt nakað av heilivágnum, og tað, sum hann ikki hevði brúk fyri, tveitti hann á sjógv. 
Maðurin er nú latin leysur aftur, meðan bíðað verður eftir, at málið kemur fyri í rættinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819