Pedagogfelagið fer á ferð kring oyggjarnar

Pedagogfelagið fer á ferð kring oyggjarnar
Næsta stigið hjá felagnum verður at fara kring landið at tosa við limirnar, sigur Jógvan Philbrow, formaður
 
16.03.2018 - 18:26

Hóast nýtt felag er stovnað fyri hjálparfólk, Hjálparfólkafelagið, hevur Føroya Pedagogfelag ikki mist ein einasta lim enn

Føroya Pedagogfelag hevði fund fyri limum sínum í Østrøm í Havn í gjár. Formaðurin í Føroya Pedagogfelag sigur, at fleiri av hjálparfólkunum, sum eru limir Pedagogfelagnum, fingu svar upp á síni ivamál. Føroya Pedagogfelag arbeiðir eisini fyri teirra áhugamálum, sigur hann.

Hinvegin sigur Maybritt Jacobsen, forkvinna í nýstovnaða Hjálparfólkafelagnum, at einki nýtt kom undan kavi. Tí var tað, sambært henni, rætt at stovna nýggja felagið, sum arbeiðir fyri hjálparfólkunum - og bara teimum.

Í næstu viku fer Pedagogfelagið á vitjan í Suðuroy. Seinni er ætlanin at fara í Sandoynna, í Vágar og í Norðoyggjar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819