Doyði av skallabroti

Doyði av skallabroti
47 ára gamli maðurin, sum sunnumorgunin varð funnin í sjónum í Fuglafirði, doyði av skallabroti, sigur løgreglan.
 
17.03.2018 - 12:27

Tað var sunnumorgunin, at løgreglan fekk boð um, at ein maður var funnin deyður í sjóvarmálanum við Breiðá, sum er millum Fuglafjørð og Kambsdal.

47 ára gamli maðurin, sum sunnumorgunin varð funnin í sjónum í Fuglafirði, doyði av skallabroti. Tað sigur løgreglan, eftir at líkskoðan hevur verið av manninum. 

Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini, sigur, at kanningarnar vísa, at maðurin er farin til gongu eftir gamla Toftanesvegnum móti Gøtu. Har var hann áhaldsin, datt og fekk opið skallabrot. Hann er dottin oman í Breiðá og er síðani farin á sjógv.

Løgreglan hevði leitað eftir manninum, tí tey avvarðandi sóknaðust eftir honum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819