- Evropa liggur, sum tað hevur reitt

- Evropa liggur, sum tað hevur reitt
Tað sigur fyrrverandi Nato-aðalskrivarin og fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, við Politiken.
 
19.03.2018 - 15:16

Politiska úrvalsliðið í Evropa liggur, sum tað hevur reitt, nú bæði tilflytarar og flóttafólk hava so stóra ávirkan á evropeiskan politikk.

Tað sigur fyrrverandi Nato-aðalskrivarin og fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, við Politiken.

Í hesum døgum eru sjey ár síðani, at fólkatingið í 2011 í skundi samtykti at senda F-16 flogfør at vera á odda í loftkrígnum móti libyska einaræðisharranum, Muammar Gadaffi.

- Í dag er Libya ein lopfjøl fyri ólógliga tilflyting til Evropa, eisini yvirgang. Eg hevði væntað, at altjóða samfelagið tá eisini var til reiðar at hjálpa nýggju valdsharrunum.

- Tað var eitt stórt mistak, at eingin friðarvarðveitandi deild varð skipað, og tað er komið aftur um brekku. Tí hevur Evropa eina serliga ábyrgd, sigur Anders Fogh Rasmussen, sum nú rekur eina altjóða ráðgevingarfyritøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652