Mæla til at byggja niðan fyri skúlan á Giljanesi

Mæla til at byggja niðan fyri skúlan á Giljanesi
Sjóvinnustýrið hevur sjey stykki í Vágum í at velja. Vil vera í Vága kommunu
Her á Giljanesi mæla Sjóvinnustýrið og Landsverk til at byggja.
 
20.03.2018 - 07:31

Sjóvinnustýrið mælir til, at bygdur verður fyrisitingarbygningur á Hillingartanga, niðan fyri skúlan á Giljanesi. 

Í sambandi við, at avgerð skal takast um staðseting, nú byggjast skal til Sjóvinnustýrið, hevur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið heitt á Sjóvinnustýrið og Landsverk um at gera tilmæli um staðsetingina. 

Kommunurnar í Vágum hava víst á tøk grundstykki í oynni. 

Sørvágs kommuna hevur víst á eitt stykki á ídnaðarøkinum oman fyri flogvøllin, og Vága kommuna hevur boðið seks grundstykki.

Sjóvinnustýrið og Landsverk mæla til, at fyrisitingarbygningurin verður á Hillingartanga, niðan fyri skúlan á Giljanesi. 

Orsøkin til tilmælið er, at stykkið liggur tætt við sjóvarmála. Hetta tykist vera natúrlig staðseting fyri Sjóvinnustýrið.

Staðsetingin á Giljanesi hevur við sær minst møguliga koyring gjøgnum bygt øki og stytst møguliga koyritíð frá miðstaðarøkinum.

Verið í kommununi síðani 2002

Sjóvinnustýrið hevur harafturat verið í Vága kommunu síðani 2002 og hevur skapt sær samleika har. 

Í øðrum lagi mæla Sjóvinnustýrið og Landsverk til at byggja á Heimaru bryggju í Miðvági.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um 13,7 mió. kr. at byggja Sjóvinuustýrinum nýggjan bygning.

Málið er enn í Fíggjarnevndini.

Uppskot er um at bjóða út byggingina 24.apríl. Og arbeiðið skal verða liðugt hálvan desember næsta ár. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010