Fiskaaling setir ferð á menning av rognkelsum

Fiskaaling setir ferð á menning av rognkelsum
Eftir at stígur hevur verið í arbeiðinum við at menna lívfiskastovn undan føroyskum rognkelsum, verður ferð nú aftur sett á arbeiðið
 
20.03.2018 - 09:53

Fiskaaling og Marine Harvest hava gjørt tvey ára avtalu, sum ber í sær, at arbeiðið at menna lívfiskastovnin kann halda fram. Endamálið er at fáa rognkelsir, sum trívast í aliringum og eta lús.

Avtalan við Marine Harvest ber somuleiðis í sær, at tá loyvi at ala rognkelsir í Føroyum verða givin, skulu føroysk alifeløg hava møguleika fyri at keypa avmarkað tal av lívfiskarognkelsum frá Fiskaaling. 

Á hendan hátt fáa tey gagn av tí menningararbeiði, sum Fiskaaling hevur gjørt seinastu árini, skrivar Fiskaaluing í heimasíðu sínari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652