Leirvíkstunnilin framvegis stongdur um náttina

Leirvíkstunnilin framvegis stongdur um náttina
Arbeiðið at skróta leyst grót úr bergholsvegginum í Leirvíkstunlinum dregur út, og tíðarætlanin heldur ikki.
 
22.03.2018 - 09:22

Arbeiðið skuldi verða liðugt 31. mars, men neyðugt er við nøkrum vikum afturat, sigur Boði Haraldson, rakstrarleiðari fyri infrakervið hjá Landsverki.

Leirvíkartunnilin er stongdur sunnukvøld á midnátt til mánamorgun klokkan 06, og annars mánakvøld til fríggjamorgun frá kl 22 - 6.

Tó sleppa bilar ígjøgnum hvønn heilan tíma, og hevur tú neyðsynjarørindi, sleppur tú altíð ígjøgnum bergholið, sigur Landsverk.

Í 2006 vórðu 700 metrar skrótaðir, í 2011 800 metrar skrótaðir, og nú verða so seinastu 800 metrarnir skrótaðir.

Ikki ber til at koyra eftir gamla Leirvíksvegnum, tí hann er ikki nóg tryggur til nógvu ferðsluna.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur Kommunu, segði tíðliga í februar mánaða, at vegurin var 80 ára gamal og ikki gjørdur til ta nógvu ferðsluna, sum er á vegnum nú.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819