Radarin: Tunnilsgrót og pensjónsnýskipan

bannari
22.03.2018 - 12:58
AktueltPolitikkur
Radarin: Tunnilsgrót og pensjónsnýskipan
Hvat skal grótið úr Sandoyartunlinum brúkast til streymoyarmegin? Og hví fæst ikki breið semja um pensjónsnýskipanina?
Radarin, sum varð sendur í gjár, setti sjóneykuna á tunnilsgrót og pensjónsnýskipan
 

Tórshavnar Kommunu stendur í boði at taka ímóti meira enn hálvari millión rúmmetrum av gróti úr Sandoyartunlinum. Men enn veit kommunan ikki, hvat grótið í sofall skal brúkast til.

Radarin var á borgarafundi á Velbastað týskvøldið, har kommunan legði nøkur hugskot fram og eisini bað íbúgvarar koma við góðum hugskotum.

Luttakarar:
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu

Pensjónsnýskipan

Alt bendir á, at samgongan og Sjálvstýri einsamøll skulu bera pensjónsnýskipanina gjøgnum løgtingið. Hvørki Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin eru við í nakrari semju um, hvussu framtíðar pensjónsviðurskiftini hjá øllum føroyingum skulu síggja út. Eisini Miðflokkurin er ivasamur.

- Vit hava skyldu at koma við einari pensjónsnýskipan, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Luttakarar:
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Jan Otto S. Holm, fíggjarráðgevi

Tú kanst hoyra sendingina her

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Góðan morgun Føroyar 10.07.2020
111236
Fríggjadag 10. juli
Morgunlesturin fríggjamorgunin 10. juli 2020
110792
Hósdag 9. juli
Ein táttur er silvur 2.partur
111175
Hósdag 9. juli
Tilvera: Mammudagur
111218
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. juli
Hvalbiartunnilin skotin ígjøgnum
111104
Týsdag 7. juli
3-2
111099
Hósdag 2. juli
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938