Gíslatøka í Frankaríki

Gíslatøka í Frankaríki
Gíslatøka er í suðurfranska býnum Trébes í suðurfraklandi. Franska tíðindastovan AFP skrivar, at í minsta lagi ein er deyður og fleiri eru særd
Mynd: REUTERS  
 
23.03.2018 - 11:52

Borgmeistarin í býnum Trebes sigur sambært Danmarks Radio, sum endurgevur Le Depeche, at tann deyði er slaktarin í sølumiðstøðini, har gíslatøkan skal vera farin fram. Borgmeistarin sigur, at allir gíslar eru latnir leysir uttan eitt løgreglufólk.

AFP sigur, at franski ákærumyndugleikin rannsakar hetta málið sum eina yvirgangsatsókn, og at brotsmaðurin eftir øllum at døma stuðlar Islamskum Stati, og at motiv hansara fyri gíslatøkuni skal vera hevnd fyri Sýria..

- Tíverri halda vit, at ein persónur er dripin, men vit fáa ikki sent lækna inn á staðið at kanna tað, sigur økis-politiovastin við AFP.

5000 fólk búgva í býnum, har gíslatøkan fer fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819