Minni búskaparvøkstur

Minni búskaparvøkstur
Vit eru í einum búskaparligum hákonjunkturi, og útlit eru ikki til, at óvanliga stóri búskaparvøksturin, sum hevur verið seinastu árini, heldur fram
 
23.03.2018 - 12:13

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í viðmerkingunum til uppskotið um játtanarkarmar næstu árini, sum varð lagt fram í dag.

Roknað verður við, at búskaparvøksturin verður á einum meira vanligum stigi næstu árini.

Arbeiðsloysið er 2,1 prosent, og so lítið hevur tað ikki verið síðani 2008.

Løngjaldingarnar eru vaksnar umleið seks prosent seinasta árið, og 700 løntakarar eru komnir aftrat, ella 2,6 prosent, og tað er tað mesta nakrantíð.

Fráflytingin er tann minsta, sum er skrásett síðani 1970. Og fyri fyrstu ferð í tíggju ár er talan um veruligan og áhaldandi fólkavøkstur. 

Hagtøl, sum skulu til at staðfesta, um búskapurin er ov heitur, verður ikki gjørd í Føroyum, men tekin eru um trongar.

Støðan í byggivinnuni og gongdin á sethúsamarknaðinum og arbeiðsmarknaðinum geva greiðar ábendingar um, at nógv ferð er á búskapinum, sigur Kristina Háfoss.

Hinvegin eru ikki tekin um stórvegis útlánsvøkstur. Seinasta árið er bruttoútlánið til húsarhaldini vaksin trý prosent og sjey prosent til vinnukundar.

Hetta talar ímóti, at búskapurin sum heild er ovhitaður, og talar ímóti, at tað í løtuni er lánsfíggjaður vøkstur í búskapinum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.

Sum búskaparstøðan er, verður neyðugt at tálma almennu útreiðslurnar, sigur Kristina Háfoss, og mælt verður til, at rakstrarvøksturin næsta ár verður tvey prosent. Íløgukarmurin lækkar eisini eit vet næsta ár.

Rakstrar- og íløguvøksturin verður 1,8 prosent tilsamans.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964