- Skilji væl ynskið um eina sjálvstøðuga tjóð

- Skilji væl ynskið um eina sjálvstøðuga tjóð
Tað sigur Mette Frederiksen, forkvinna í danska javnaðarflokkinum, í nýggjari bók og vísir ikki aftur, at ríkisfelagsskapurin verður upploystur
 
23.03.2018 - 12:54

Tað sigur hon í bókini "Hvis Grønland river sig løs," skrivar Weekendavisen.

- Útgangsstøðið er grundlógin og sjálvstýrislógin, men einki er støðugt í politikki, so hvussu støðan verður um tíggju ella 20 ár, kann eg einki siga um nú, sigur Mette Frederiksen.

- Mær dámar tætt sambond og nógvan dialog. Men eg skilji væl ynskið um eina sjálvstøðuga tjóð, sigur Mette Frederiksen.

Hóast henda útsøgnin ikki er ein stuðul til tey í Grønlandi, sum vilja loysa í ríkisfelagsskapinum sum skjótast, so er ein av kendu serfrøðingunum í grønlendskum málum í Danmark ovfarin.

- Eg havi ongantíð hoyrt ein topp-politikara málborið seg so. Eftir øllum at døma er tað vorðið meiri liðiligt í samráðingunum millum Danmark og Grønland enn fyrr, sigur Ulrik Gram Pad, lektari á lærda háskúlanum í Aalborg, við Weekendavisen.

Mette Frederiksen vil ikki gera fleiri viðmerkingar, skrivar Ritzau.

Framsøgumaðurin hjá sosialdemokratunum í grundlógarmálum, Nick Hækkerup, sigur, at flokkurin vil ikki upploysa ríkisfelagsskapin. 

- Men vit lata upp fyri møguleikanum sum frálíður, og tað er hvørki í dag ella í morgin, at broytingar kunnu verða gjørdar innan fyri karmin, sum ríkisfelagsskapurin er, sigur Nick Hækkerup við Ritzau.

Danski javnaðarflokkurin vil ikki í løtuni útgreina, hvussu nýggi karmurin fyri ríkisfelagsskapin skal síggja út.

- Tað veldst um, hvussu menningin verður í framtíðini.

- Í løtuni halda vit okkum til grundlógina og sjálsvtýrislógina, sigur Nick Hækkerup.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964