Trump sendir heimin í óføri

Trump sendir heimin í óføri
Búskaparligi ørskapurin hjá Donaldi Trump, forseta, kann fyrst forkoma búskapinum í USA og seinni í øllum heiminum
 
26.03.2018 - 15:38

Tað sigur royndi ráðgevin hjá Bank of England, Paul Fisher, við blaðið The Telegraph.

Hann vísir á, at skattalættarnir, sum Trump hevur givið, fara at hava størri nýtslu við sær og kunnu yvirhita amerikanska búskapin.

Tað kann hava við sær, at inflatiónin fer at hækka, og so verður amerikanski tjóðbankin noyddur at hækka rentuna.

Hann sigur tað vera burturvið at halda, at amerikanski búskapurin hevur brúk fyri íblástri, og tað fáa vit at síggja í seinasta lagi um fimm ár, sigur hann.

Væntaða gongdin fer at hava við sær, at amerikanski búskapurin fer fyri bakka og fer at draga búskapin í restini av heiminum við sær, sigur Paul Fisher.

Hann sigur seg kortini skilja, at Donald Trump ger sum hann ger, tí hann skal veljast aftur, og tað verður ikki fyrr enn eftir næsta forsetavalið í USA hevur verið, at fólk fara at merkja fylgjurnar av førda búskaparpolitikkinum, sigur royndi ráðgevin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652