Ísland boykottar HM í fótbólti

Ísland boykottar HM í fótbólti
Ísland boykottar heimsmeistarakappingina í fótbólti í Russlandi orsakað av eiturálopinum á fyrrverandi russiska njósnaran og dóttir hansara
Tað verða ikki íslendsku leikararnar, sum boykotta HM-endaspælið, men øll almenn umboð fyri landið luttaka ikki.
 
27.03.2018 - 14:40

Men boykottið er kortini avmarkað.

Fótbóltslandsliðið hjá Íslandi møtir upp til kappingina, men ongi almenn íslendsk umboð - tað vil siga politikarar og leiðarar - fara at luttaka.Tað sigur íslendska uttanríkismálaráðið í eini fráboðan, skrivar Reuters.

Í fráboðanini stendur, at Ísland útsetir fyribils alt samskifti við Russland á høgum stigi. Tí fara íslendskir leiðarar ikki at vera hjástaddir undir heimsmeistarakappingini í Russlandi í summar. 

18 lond burturvíst diplomatum

Higartil hava 18 lond boðað frá, at tey ætla at útvísa russisk embætisfólk. Talan er um tilsamans 100 sendifólk - hetta er størsta talið á útvístum russiskum sendifólki, síðan kalda kríggið var í hæddini, skrivar Reuters.

Tað var tann 4. mars, at Sergei Skripal og dóttirin vóru løgd á sjúkrahús, tí tey vóru eitrað. Bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, hevur lagt russiska forsetan, Vladimir Putin, undir at hava givið boð um at eitra tey. Eisini USA og onnur evropeisk lond siga, at Putin stendur aftanfyri atsóknina.

Í Russlandi vísa tey aftur, at landið hevur nakað at gera við eiturálopið.

Íslendska uttanríkisráðið heldur russiska svarið vera ónøktandi og sigur, at Russland noyðist at geva álítandi frágreiðing um, hvussu tað ber til, at nervaeitur, sum er framleitt í russiskum laboratorium, er brúkt til at leypa á fólk í Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585