Klárar til dyst móti Íslandi

Klárar til dyst móti Íslandi
Hópurin til HM-undankappingardystin móti Íslandi er úttikin
 
27.03.2018 - 10:54

Týsdagin 10.apríl skulu Føroyar spæla undankappingardyst móti Íslandi.

Føroyar og Ísland hava spælt fyrra dystin, sum var í Íslandi. Tann dystin vann Ísland 8-0.

Venjarin, Pætur Clementsen, er tí greiður yvir, at hetta verður ein stórur biti

- Væl vitandi um, at hetta verður ein torfør uppgáva, so fara vit á vøllin fyri at gera okkara besta.

 -Hava vit ein góðan dag, so trúgva vit veruliga uppá, at tað ber til at geva teimum ein skarpan gang, sigur venjarin við fsf.fo

Hann hevur úttikið tjúgu spælarar til dystin móti Íslandi. Seks spælarar umboða útlendsk feløg.

Hópurin

Mona Biskopstø Aab (Danmark)
Birita B. Nielsen B68
Birna T. Mikkelsen EB/Str/Skála
Lív F. Arge FC Norsjælland (Danmark)
Arnborg Lervig ÍF/Víkingur
Heidi Sevdal HB
Ásla Johannesen FC Nordsjælland (Danmark)
Eyðvør Klakstein Mislata CF (Spania)
Rannvá B. Andreasen
Olga Kristina Hansen BSF (Danmark)
Milja Reinert Simonsen HB
Jóna Nicolajsen B36
Katrina Akursmørk
Ansy Sevdal Jakobsen EB/Str/Skála
Evy á Lakjuni
Margunn Lindholm EB/Str/Skála
Rebekka E. Danielsen Forus og Gausel (Noreg)
Jacoba Langgaard ÍF/Víkingur
Hanna I. Højgaard ÍF/Víkingur
Guðrið Poulsen EB/Str/Skála

Kappingin hálvrunnin

Hetta er fimti dysturin hjá føroysku spælarunum í hesi kappingini. Hinir fýra dystirnir eru endaðir við tapi.

14.09.2017 Føroyar-Kekkia 0-8
18.09.2017 Ísland-Føroyar 8-0
24.10.2017 Týskland-Føroyar 11-0
24.11.2017 Slovenia-Føroyar 5-0

Venjarin vónari, at spælararnir hava lært nógv av teimum dystunum, sum tær higartil hava spælt

- Nú eru vit komin í helvt í hesari undankappingini, so fáa vit vónandi at síggja, at vit hava lært, og eru komin tættari hinum liðunum. sigur Pætur S. Clementsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887