Alarar, sum skjóta kóp, sleppa ikki at selja laks

Alarar, sum skjóta kóp, sleppa ikki at selja laks
Um fýra ár sleppa tey, sum verja síni alibrúk móti kópi við byrsu, ikki at selja laks til USA
Kópur hevur viðhvørt hug at finna sær føði í aliringum.
 
29.03.2018 - 11:55

USA vil ikki longur keypa laks, sum er aldur í alibrúkum, sum skjóta kóp, sum amast upp á alibrúk.

Shetnews í Hetlandi skriva, at bólkar í Hetlandi, sum arbeiða fyri at verja umhvørvið og djór, hava enn eina ferð heitt á skotsku stjórnina um seta alarum forboð fyri at skjóta kóp.

Sambært Shetnews kemur innflutningsforboðið í USA í gildi í 2022.

Skotskir myndugleikar hava til fánýtis roynt at sleppa skotskum laksi undan forboðnum.

Alarar í Skotlandi drupu 49 kópar í fjør.

Fleiri fyrr

Tað er lítið sammett við 2011, tá fráboðað varð, at 221 kópar vórðu fyribeindir.

Skotska stjórnin verður skuldsett fyri at spilla tíðina við at royna at sleppa alibrúkum í Skotlandi undan forboðnum í staðin fyri at nokta alarum at brúka byrsu móti kópi. 

Shetnews skriva, at alarar í Hetlandi vilja sleppa undan at skjóta kóp, og teir gjørdu nógv minni av tí í fjør enn onnur ár.   

Í USA hava laksaalarar ikki loyvi at skjóta kóp.

Tað er tí kappingaravlagandi, at skotskir alarar sleppa at skjóta kóp, siga umhvørvisverndarfólk í Hetlandi.

- Tað er nógv fyri, at amerikanska stjórnin skal verja kópin í Skotlandi, siga tey.

Onnur tøkni útilokar byrsuna

Men sambært skotska búskaparráðharranum, Fergus Ewing, er eitt forboð fyri at skjóta kóp ikki á veg.

Onnur tøkni, sum styggir kópin frá alibrúkunum, ger, at tað verður ikki brúk fyri at skjóta kóp í framtíðini, sigur hann. 

Føroyar selja aldan laks til USA, og alarar í Føroyum skjóta kóp.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887