Málið um deyðan mann í Fuglafirði er ikki endað

Málið um deyðan mann í Fuglafirði er ikki endað
Tað er vanligt, at nakrar vikur fara við at avgreiða tílík mál, sigur politiið
Fuglafjørður. Breiðá er miðskeiðis millum Fuglafjørð og Kambsdal.
 
29.03.2018 - 09:03

Løgreglan kannar framvegis málið um Eyðfinn Esbernson Poulsen, sum varð funnin deyður í sjóvarmálanum við Breiðá í Fuglafirði.

Tað upplýsir Hildur Hentze, leiðari á Kriminaldeildini hjá løgregluni. 

Hon leggur kortini dent á, at einki bendir á, at nakað brotsverk er framt.

Tað er vanligt, at tað tekur nakrar vikur at avgreiða eitt tílíkt mál, sigur Hildur Hentze.

Eitt nú bíða tey enn eftir úrslitum av ymiskum royndum, sum eru tiknar.

Løgreglan vil tó fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð Eyðfinn Esbernson Poulsen frá tí, at hann hvarv leygardagin 10. mars, til hann varð funnin dagin eftir í sjóvarmálanum við Breiðá í Fuglafirði.

 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819