Einki undantak hjá Kambi

Einki undantak hjá Kambi
Talan var ikki um undantaksstøðu, og tí slapp línuskipið Kambur ikki at avreiða hálvthundrað tons í Íslandi og senda tey í bingjum til Føroya
 
03.04.2018 - 11:06

Talan var ikki um undantaksstøðu - slíkt, sum vanliga verður rópt force majeure. Tí slapp línuskipið Kambur ikki at avreiða hálvthundrað tons í Íslandi og senda tey í bingjum til Føroya. 

Løgtingið hevur samtykt, at allur fiskur skal um føroyskan kaikant. Lógin heimilar tó undatøk frá meginregluni, tá talan er um force majeure, eitt nú motorbrek.  

Høgni Hoydal, landsstýrirmaður, hevur svarað fyrispurningi frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni. Partafelagið, sum eigur Kamb, søkti skrivliga á grækarismessu Fiskimálaráðið um at senda hálvthundrað tons av fiski til Føroya í bingjum.  

Felagið segði, at íslandskvotan hjá Kambi er 280 tons. Men skipið tekur bara 230 tons av frystum fiski. 

Reiðaríinum ætlaði at fara inn í Íslandi og avreiða 50 tons. So kundi Kambur fiska alla kvotuna á sama túri, heldur enn at fara nýggjan túr eftir 50 tonsum. 

Høgni Hoydal sigur, at hann ætlaði, at 75% skuldu um føroyskan kaikant. Men løgtingið segði 100%.

Høgni Hoydal sigur, at hann hevur uppskot í uppskotinum um broytingar í lógini um fyrisiting av sjófeingi, sum er til viðgerðar í løgtinginum, at gera heimildirnar smidligari til undantøk, so force majeure ikki er avgerandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819