Hugskotskapping um roykstovuna á Tvøroyri

Hugskotskapping um roykstovuna á Tvøroyri
Tvøroyrar kommuna, sum fyrr í ár keypti Roykstovuna fyri 600.000 kr., vil nú hava hugskot um, hvat húsini skulu brúkast til
Mynd: Tvøroyrar kommuna  
 
03.04.2018 - 11:22

Tvøroyrar býráð samtykti fyri einum mánað síðani at fylgja tilmælinum frá borgarstjóranum um, at skipað verður fyri einari hugskotskapping, har øll kunnu koma við hugskotum um, hvat Roykstovan kann verða brúkt til.

Tvøroyrar kommuna vil tó, at hugskotini taka við, at Roykstovan er ein týdningarmikil partur av Tvøroyrar søgu, tá talan er um menningina í vinnulívinum, á mentanarøkinum og á sosiala øki. 

Tríggjar virðislønir eru, 6.000 krónur, 4.000 kr. og 2.000 kr. 

Hugskotskappingin endar á middegi 23. mai.

Roykstovan er miðskeiðis á Tvøroyri, yvirav bygdarsavninum og havnarlagnum. Roykstovan er eisini nevnd Faktorhúsini. 

Grundøkið er 1268 fermetrar, og á tí standa sethúsini og hjallur. Faktorhúsini eru fyrstu sethús, sum vórðu bygd á Tvøroyri, tað var í 1836.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010