Handilskríggið millum USA og Kina harðnar

04.04.2018 - 09:07
AktueltÚtheimurin
Handilskríggið millum USA og Kina harðnar
Úr Hvítu Húsunum í Washington er nú komin ein listi við 1300 vørum úr Kina, sum fáa álagt 25% í tolli
 
 

Á listanum eru millum annað ellutir og elektronikkur, heilivágur og lutir til flogfør. 

Talan er um innflutning fyri okkurt um 50 milliardir dollarar, góðar 300 milliardir krónur, úr Kina til USA.

Sambært amerikansku stjórnini verður tollurin lagdur á vørur, ið raka amerikanska búskapin sum minst.

- USA hevur tørv á effektivum amboðum at basa royndunum hjá Kina at stjala amerikanska tøkni og virði, sigur talsmaðurin fyri amerikanska haldilsmálaráðið, Robert Lighthizer.

Amerikanska stigið kemur dagin eftir, at Kina legði toll á eina røð á vørur úr USA. Tann kinesiska avgerðin var aftursvar til amerikanska tollin á stál og aluminium úr Kina.

Nú ávarar kineska handilsmálaráðið um nýggj átøk móti USA, og tað í líknandi stødd og tyngd sum nýggjasta, amerikanska stigið móti Kina.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. oktober
Americana: Levon Helm
86515
Mikudag 17. oktober
Fótbóltsprát: Ein miðal landsliðsvika
86509
Mikudag 17. oktober
Morgunlestur mikudagur 17.oktober 2018
86023
Týsdag 16. oktober
Morgunlestur týsdagur 16.oktober 2018
86022
Mánadag 15. oktober
Við Tórði á túri til roysnissteinar
86442
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. oktober
25 minuttir: Árni Olafsson
86459
Mánadag 15. oktober
3-2
86447
Sunnudag 14. oktober
Andaktin
86404
Sunnudag 14. oktober
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
86405
Fríggjadag 12. oktober
Lyst 16
86308