Fíggjarleisturin er áhugaverdur

Fíggjarleisturin er áhugaverdur
Tað sigur Henrik Old um uppskotið um at lata partafelagið Norðoyatunnilin vera við til at fíggja tunlarnar Norður um fjall
 
05.04.2018 - 09:44

Men Samferðslumálaráðið er samt við Landsverk um grundregluna, sum er, at Landsverk ger og rekur landsvegakervið. 

Serligar støður kunnu tó krevja serligar loysnir, og verandi undirsjóvartunlar eru góð dømi um hetta, sigur Henrik Old í brævi til Rættarnevndina hjá løgtinginum. 

Í langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum eru settar av 50 milliónir krónur í 2022 og 100 milliónir krónur í 2023 til tunlarnar norður um Fjall. Men verkætlanin er longu klár at bjóða út.

Tunlarnir eru mettir at kosta 360 milliónir krónur.  

Sambært lógaruppskotinum hjá tingfólkum í Fólkaflokkinum. Miðflokkinum og Sambandsflokkinum skal P/f Norðoyatunnilin gjalda 80 milliónir og landið 280 milliónir fyri tunlarnar norður um Fjall. 

Henrik Old sigur, at fyri Samferðslumálaráðið er hesin fíggingarleisturin áhugaverdur.

Tí tað er bæði avbjóðandi at fáa nýggjar tunlar raðfestar í langtíðarløguætlanini og fáa teir gjørdar skjótast gjørligt samsvarandi áleikandi tørvinum. 

Um tey, sum brúka Norðoyatunnilin, fegin vilja gjalda fyri at gera tunlar í nærumhvørvinum, er tað áhugavert og eigur at verða eftirkannað, sigur Henrik Old. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819