Nýggjur forseti í Sierra Leone

Nýggjur forseti í Sierra Leone
Vesturafrikanska landið, Sierra Leone, hevur fingið nýggjan forseta. Hann eitur Julius Maada Bio.
Julius Mada Bio er nýggjur forseti í Sierra Leone
 
05.04.2018 - 09:13

Tað gjørdist greitt í gjárkvøldið, og endaliga úrslitið vísir tepran sigur til andstøðuvalevnið.

Valið varð hildið 31. mars, og Julius Maada Bio úr Sierra Leone Fólkaflokkinum SLPP fekk 51,81% av atkvøðunum.

Samura Kamara í stjórnarflokkinum Fólkakongressin APC fekk 48,49 % av atkvøðunum.

Ernest Bai Korom hevur verið forsetið í tvey skeið frá 2007, og kann tí ikki stilla uppaftur.

Týdningarmiklastu evnini undir valstríðnum hava verið stríðið móti mutri og fátækradømi.

Andstøðan hevur skuldsett Ernest Bai Korom og ACP fyri mutur og vánaliga leiðslu, og tað hevur Julius Maada Bio lovað at berja niður.

53 ára gamli Bio er penjoneraður hernaðarleiðari. Í 1992 var hann við í hernaðarkvetti, og frá januar 1996 og tveir mánaðir fram var hann leiðari fyri hernaðarjuntuni, sum stýrdi landinum.

Sjey miljónir fólk búgva í vesturafrikanska landinum, og hóast tað er ríkt av mineralum og gimsteinum, so er tað eitt av heimsins fátækastu londum. Á listanum hjá felagsskapinum Transparency Internationel, liggur Sierra Leone á 130-inda plássi av 180 londum.

Almenna úrslitið frá valinum leygardagin hevur verið seinkað, tí ósemja hevur verið um, hvør skipan skuldi brúkast til uppteljingina. Tað merkti, at atkvøðuseðlar frá 11.000 valstøðum ikki vóru upptaldir.

Bio og varaforsetin, Mohamed Juldeh Jalloh, vórðu svornir í eið bara fáa tímar eftir at almenna úrslitið varð kunngjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887