Stongja oyggj fyri ferðafólki

Stongja oyggj fyri ferðafólki
Forsetin á Filipsoyggjunum, Rodrigo Duterte, hevur tikið tað óvanliga stigið at stongja eina heila oyggj fyri ferðafólki.
 
05.04.2018 - 16:07

Talan er um oynna Boracay, sum er kend fyri sínar hvítu strendur og vøkru korallir, og har ferðafólk í stórum tali vitja.

Orsøkin er, sambært forsetanum, at oyggin svimur í óhumsku. 

- Eg havi valt at stongja Boracay. Tá tú fert á bláman luktar tað av lorti. Og hví? Jú, tí at øll óhumskan rennur út í havið, segði Rodrigo Duterte herfyri við fjølmiðlar.

Boracay verður í fyrstu atløgu stongd í eitt hálvt ár. Tíðina vil forsetin brúka til at rudda upp eftir ferðavinnuni, sum sambært honum hevur fullkomiliga avskeplað oynna.

Tvær milliónir ferðafólk vitja árliga Boracay, har 40.000 fólk búgva.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819