Kina svarar aftur

Kina svarar aftur
Kina ynskir ikki handilskríggj, men kinesarar eru ikki bangnir fyri at stríðast. Tað sigur kinesiska handilsmálaráðið í dag
 
06.04.2018 - 12:09

Útsøgnin kemur í kjalarvørrinum av, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár boðaði frá, at hann hevur ætlanir um at herða handilsstríðið við Kina við enn størri tolli á kinesiskum vørum.

Talan er nú um 100 millialrdir dollarar afturat, skriva fleiri altjóða miðlar. 

Í gjár gav Trump handilsmyndugleikanum, Office of the United States Trade Representative, boð um at kanna møguleikarnar fyri at seta í verk nýggjar tollsatsir á vørur, ið verða gjørdar í Kina, og meta um, hvørjar vørur meiri tollur kann setast á. 

Stríðið byrjaði við, at Trump í mars mánaða setti í verk tollsatsir á stál og alminium frá Kina og øðrum londum. Kina svaraði síðani aftur við at seta toll á 120 amerikanskar vørur. 

Við hesum seinasta útspælinum hjá Trump verður handilsstríðið millum londini hvest. Og fleiri finnast at hesum - eisini fleiri í flokkinum hjá Trump sjálvum. 

- Um vit fáa eitt handilskríggj, fær tað onga beinleiðis ávirkan á føroyska búskapin. Sigur Sverri Justinussen, leiðari á Markets í Betri samtakinum.

Men hann leggur tó afturat, at ein viknaður heimsbúskapur kann ávirka eftirspurningin og prísin á teimum vørunum, sum vit framleiða. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887