Nýggj mannagongd setir ferð á neyðhjálp

Nýggj mannagongd setir ferð á neyðhjálp
Sum nakað nýtt er WFP farið undir at senda matvørur til hungursrakt støð, áðrenn vanlukkan nær at stinga seg upp
 
06.04.2018 - 12:14

Felagsskapurin World Food Program, WFP, sum er undir ST, hevur nú broytt mannagongd viðvíkjandi at forða fyri hungursneyð. Mannagongdin hjá felagsskapinum hevur í mong ár verið at senda matvørur í hópatali til tey mongu, sum búgva í økjum, har nógvur turkur er. 

Men sum nakað nýtt er WFP farið undir at senda matvørurnar avstað, áðrenn vanlukkan nær at stinga seg upp. Hetta sparir nógva tíð, tá hungursneyðin rakar, og hevur longu bjargað mongum lívum.

Stjórin, ið fyrisitur arbeiðið hjá WFP í Etiopia, sigur nýggja háttin vera “ta týdningarmiklastu broytingina hjá WFP í 50 ár.” Hetta skrivar Dimmalætting

Í Eysturafrika er farið at regna aftur, eftir nógv ár við turki. Harvið er aftur møguligt hjá íbúgvum í londum so sum Somalia, Etiopia, Kenja og Uganda at velta jørðina og gerast sjálvbjargin aftur.

Hóast turra tíðarskeiðið hevur týnt jørðina, hevur tað ikki í hesum førum elvt til líka hættisliga kreppu og hungursneyð, sum áður hevur verið at sæð í hesum londum.

Men nú hevur WFP broytt mannagongd, soleiðis at neyðin í londunum væntandi ikki verður líka stór í framtíðini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010