Heðin: Hvat billar Poul sær inn

Heðin: Hvat billar Poul sær inn
Undir yvirskriftini "Heit luft frá Poul" svarar Heðin Mortensen nú atfinningunum frá Poul Michelsen um Javnaðarflokkin
Poul Michelsen hartar Heðin Mortensen og Kristin Michelsen fyri at leggja tunnilsuppskot fyri tingið saman við andstøðuni. -Sum at hoyra loppu goyggja, svarar Heðin Mortensen í hvassorðaðum lesarabrævi, stílað Poul Michelsen
 
07.04.2018 - 10:32

Í lesarabrævi undir yvirskriftini "Heit luft frá Poul" svarar løgtingsmaðurin Heðin Mortensen nú teimum atfinningum, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður og formaður í Framsókn, í vikuni hevði móti Javnaðarflokkinum og tinglimum floksins - teirra millum Heðin Mortensen.

Í samrøðu við in.fo og Rás2 hósdagin segði Poul Michelsen millum annað, at Javnaðarflokkurin koyrir í fýra-fimm ymiskar rætningar, sum ikki eru í tráð við avtalurnar í samgonguni. Hann vísti á, at tinglimir í Javnaðarflokkinum eru farnir í part við andstøðuni um at gera tunlar ymsa staðni - bæði at knýta ein Fámjinstunnil uppí ætlanina at gera nýggja Hvalbiartunnilin og at framskunda tunlarnar norður um fjall. 

-At fleiri stórmál drukna í “garvillum tunnilsætlanum, har tinglimir úr Javnaðarflokkinum hava ein høvuðsleiklut”, er so langt úti, at eg má spyrja, hvat Poul Michelsen billar sær inn, skrivar Heðin Mortensen í lesarabrævi, beinleiðis vent móti Poul Michelsen.

Løgtingsmaðurin dregur innkoyringar-vegin til Havnina frá Eysturoyartunlinum uppí málið.

-Í ár eru 8,5 milliónir krónur settar av til innkomivegin, men næsta ár arbeiðir landsstýrið við tveimum neyðars milliónum krónum, ið eru eitt beinleiðis lyftisbrot og reinur ørskapur, ið bæði Poul Michelsen og landsstýrið annars má taka ábyrgd av, skrivar Heðin Mortensen, ið endar lesarabrævið við hesari heilsan til formannin í Framsókn:

-Tí er tað sum at hoyra loppu goyggja, tá Poul Michelsen brádliga skal læra øll onnur um, hvussu tingini skulu gerast. So leingi sum hann og restin av landsstýrinum ikki arbeiðir við eitt sindur av sunnari fornuft, skal hann ansa sær við at seta tingini upp í ein spíss, skrivar Heðin Mortensen.
 

Les eisini: Poul Michelsen er illur um samgonguna

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010