Víkingur og B36 bresta saman í dag

Víkingur og B36 bresta saman í dag
Útvarpið sigur frá dystinum millum Víking og B36 seinnapartin, sum eisini verður stroymdur á heimasíðu Kringvarpsins.
 
08.04.2018 - 11:53

Fýra dystirnir í bestu mansdeildini í fótbólti verða spæla seinnapartin í dag. 

Oddaliðið KÍ tekur móti AB, sum hevur fingið eina torføra byrjan í kappingarárinum. EB/Streymur, sum eru á øðrum plássi, spælir móti HB á nýggja heimavøllinum á Eiði. 

NSÍ spælir ímóti 07 Vestur við Løkin í Runavík. Víkingur og B36 spæla í Sarpugerði í Norðragøtu. 

Dystirnir í Runavík og Norðagøtu byrja klokkan trý. Dystirnir í Klaksvík og á Eiði byrja klokkan fýra. 

Frásøgn og stroyming

Vit siga frá dystinum í Gøtu ímillum Víking og B36 her í útvarpinum. Tað er í sendingini Bólturin, sum byrjar trý korter til trý, og tað er Suni Merkistein sum varpar út. Dysturin verður eisini stroymdur beinleiðis á okkara heimasíðu, kvf.fo. 

Fimti dysturin hetta umfarið varð spældur á Skála í gjár. Har vann heimaliðið Skála ein sannførandi 3-0 sigur á TB/FC Suðuroy/Royn. 

Málini hjá Skála skutu Brian Jakobsen, sum gjørdi tvey, og Andri Benjaminsen. 

 

Leinkja til stroymingina: Víkingur móti B36 kl. 15


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584