Beinleiðis: Føroyar - Ísland

Beinleiðis: Føroyar - Ísland
Í morgin spælir føroyska kvinnulandsliðið næsta heimadystin í HM-undankappingini. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum og á heimasíðuni
 
09.04.2018 - 14:34

Føroysku kvinnurnar spældu seg tíðliga í 2017 víðari til HM-undankappingina. Nú verður næsti dysturin hjá kvinnunum á heimavølli spældur, tá Føroyar taka ímóti Íslandi. 

Hetta er aðru ferð liðini møtast. Fyrru ferð taptu kvinnurnar 8-0 til íslendsku grannarnar, tá spælt varð í Íslandi.

Umframt hesi bæði liðini eru Slovenia, Kekkia og Týskland eisini í bólkinum. 

Føroyar hava spælt og tapt ímóti øllum londum. 

14.09.2017 Føroyar - Kekkia 0-8
18.09.2017 Ísland - Føroyar 8-0
24.10.2017 Týskland - Føroyar 11-0
24.11.2017 Slovenia - Føroyar 5-0

Føroyar manglar sostatt at spæla heimadyst ímóti Týsklandi og Slovenia. Hesir verða spældir ávikavist tann 4. og 7. september.

Dysturin í morgin ímóti Íslandi verður spældur á Tórsvølli og byrjar klokkan 17.

Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðu okkara.

Leinkjuna finnur tú her. Vit byrja at senda klokkan 16.45.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010