Yvirgangsmenn handtiknir

Yvirgangsmenn handtiknir
Týska løgreglan hevur handtikið fýra menn, sum verða settir í samband við mannin, ið koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum jólamarknaði í Berlin
 
09.04.2018 - 09:12

Týska løgreglan hevur handtikið fýra menn, sum verða settir í samband við mannin, ið koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum jólamarknaði í Berlin stutt fyri jól í 2016 og drap 12 fólk.

Tað skrivar týska dagblaðið Die Welt.

Ein av teimum handtiknu er undir illgruna fyri at hava lagt ætlan um at drepa rennarar og áskoðarar til hálvmaraton-renningina, sum var í Berlin í gjár.

Myndugleikarnir hava havt eyguni eftir teimum fýra handtiknu monnunum í longri tíð, og tí var í veruleikanum eingin vandi á ferð, skrivar Die Welt.

Blaðið skrivar, at ein íbúð í Berlin varð rannsakað í sambandi við handtøkurnar. Sama íbúð varð eisini rannsakað eftir yvirgangsatsóknina um jóltíðir í 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010