Hesar byrja inni ímóti Íslandi

Hesar byrja inni ímóti Íslandi
Landsliðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum, Pætur Smith Clementsen, hevur stillað liðið, sum byrjar í dag, tá Føroyar og Ísland spæla
Mynd: Hans Erik Davidsen / www.fsf.fo  
 
10.04.2018 - 15:17

Í dag klokkan 17 spæla føroysku kvinnurnar HM-undankappingardyst ímóti Íslandi á Tórsvølli.

Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum stendur, at føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl. Landsliðsvenjari, Pætur Smith Clementsen, hevur sett liðið, og tær sum byrja inni eru hesar: 

- Jóna Nicolajsen verður í mál.

- Í verjuni byrja Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Rannvá B. Andreasen og Katrina Akursmørk.

- Á miðvøllinum verða Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Arnborg Lervig, Eyðvør Klakstein og Ásla Johannesen.

- Heidi Sevdal verður í álopinum.

Á bonkinum frá byrjan vera Monika Biskopstø, Birita Bergsdóttir Nielsen, Milja R. Simonsen, Margunn Lindholm, Rebekka E. Danielsen, Jacoba Langgaard og Guðrið Poulsen.

Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum og her á heimasíðuni.

Hyggur tú á heimasíðuni, kanst tú trýsta her fyri at síggja dystin.

Vit byrja at senda klokkan 16.45.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585