Elnýtslan í Vágs kommunu minkað

Elnýtslan í Vágs kommunu minkað
Elnýtslan hjá Vágs Kommunu er minkað við einum góðum triðingi síðstu fimm árini.
Elnýtslan í Vágs kommunu frá 2012 til 2017.
 
11.04.2018 - 08:46

- Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við, at kommunan skal verða ein grøn kommuna og taka ábyrgd, tá ræður at minka um orkunýtsluna og CO2 útlátið, sum stendst av orkunýtsluni í Vágs kommunu, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Ein orsøk til minkandi streymnýtsluna er, at minni streymur verður brúktur á reinsi- og pumpuverkunum hjá kommununi, og harumframt verða nú brúktar LED-perur til gøtuljós og onnur ljós hjá kommununi.

Samanlagt var elnýtslan hjá Vágs Kommunu í 2017 heili 35 prosent minni enn í 2012.

Elrokningin er sama tíðarskeið farin úr umleið 1,2 milliónum krónum, niður í góðar 800.000 krónur. Sparingin er 385.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584