Fleyr: Vit eru favorittur

Fleyr: Vit eru favorittur
Venjarin hjá Fleyr væntar spennandi finalur, hóast hansara lið er favorittur
 
11.04.2018 - 12:18

Hósdagin eru fyrru FM-finalurnar í flogbólti hjá kvinnum og monnum.

Hjá kvinnunum spæla Fleyr og KÍF.

Venjarin hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen, sigur, at hansara spælarar mugu taka favorittleiklutin á seg

-Vit liva við leiklutinum at vera favorittar, men vit hava sera stóra virðing fyri KÍF, sigur Kristian Mikkelsen. 

Hann verður tó vónbrotin um Fleyr, sum longu hevur vunnið steypakappingina, ikki eisini vinnur FM.

- Málið er heilt greitt hjá okkum. Vit fara eftir greipuni. Tað sigur seg sjálvt, tá vit liggja so langt fremst nú grundspælið er liðugt og bara finalurnar eru eftir.

-Men tá tað er sagt, so vænti eg tvær javnar finalur, sigur Kristian Mikkelsen

Vunnu grundspælið greitt

Kristian Mikkelsen er diplomatiskur, tá hann leggur tekstin út, nú finalurnar í kvinnuflogbólti skulu spælast í morgin og leygardagin.

Hansara lið endaði grundspælið við 42 stigum, sum er 17 stig fleiri enn KÍF fekk. 

- Tað forpliktar sjálvandi, tá man er so langt frammanfyri mótstøðuliðið í finaluni.

-Men talan er ikki um nakra lætta uppgávu, tí nú grundspælið er liðugt verður alt 0-stillað undan finaluni, og tí hava vit slett einki at geva av.

Virðing fyri KÍF

Venjarin hjá KÍF leggur dent á, at hann hevur virðing fyri KÍF.

- Vit vita, at KÍF hevur eitt gott lið, og tær góvu okkum eisini ein skarpan gang í seinasta landskappingardystinum, sum vit leiktu í Kollafirði.

-Men hyggja vit eftir úrslitunum hjá teimum í ár, so síggja vit, at tær hava klárað seg sera væl á heimavølli og minni væl á útivølli.

-Tí skulu vit gera okkum dælt av, sigur Kristian Mikkelsen.

Beinleiðis í kringvarpinum

Kringvarpið stroymir finalurnar hjá kvinnum og monnum beinleiðis bæði hóskvøldið og leygardagin

Hósdagin 12.04.2018 18.00 Fleyr-KÍF (kv.)
Hósdagin 12.04.2018 20.00 ÍF-Mjølnir (m.)
Leygardagin 12.04.2018 13.30 Fleyr-KÍF (kv.)
Leygardagin 12.04.2018 16.00 ÍF-Mjølnir (m.)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010