Atlansflog verri úrslit í 2017

Atlansflog verri úrslit í 2017
Úrslitið hjá Atlantsflogi í fjør var bara 3,3 milliónir krónur eftir skatt, og tað eru umleið 25 milliónir krónur minni enn í 2016.
 
12.04.2018 - 15:55

Kappingin við SAS rakar nú pengakassan hjá Atlantslogi. Aðalfundur var í Atlantsflogi í dag.

Nevndin sigur, at nýggja kappingarstøðan hevði neiliga ávirkan á raksturin hjá felagnum í fjør, m.a. tí at ferðaseðlaprísirnir eru lækkaðir.

Tó høvdu meiri leiguflúgving og sølan av seinasta flogfarinum, sum felagið nýtti, áðrenn farið var at nýta Airbus-flogfør burturav, jaliga ávirkan á úrslitið.

Minni ferðafólk og minni inntøkur

280.000 ferðafólk flugu við Atlanstflogi í fjør, og tað er 1% minni enn árið fyri. 

Talið á teimum, sum komu og fóru um flogvøllin, vaks 17% í fjør.

Inntøkurnar hjá Atlantsflogi minkaðu úr 524 niður í 515 milliónir krónur í 2017. Gjaldførið vaks níggju milliónir, upp í 139 milliónir krónur.

Atlantsflog sigur, at stundvísið er nógv batnað. Í 87% av øllum fráferðum varð flogið rættstundis, og tá er seinkingin minni enn 15 minuttir.

RNP-skipanin hevur havt við sær, at stundvísið er batnað 12% seinastu fýra árini. 

Nýtt flogfar og nýtt hotell

Útboðið av ferðaseðlum hevur ongantíð verið størri enn nú, og tað fer eisini at vaksa, tá Atlantsflog næsta ár fær eitt nýtt Airbus 20neo í flotan. 

Hetta flogfarið tekur 174 ferðafólk. Tað brúkar minni olju og hevur minni CO2-útlát enn verandi Airbus-flogfør.

Atlantsflog og LÌV fara at byggja gistingarhús í Havn. Gistingarhúsið fer at hava 130 kømur, og tað skal eftir ætlan takast í nýtslu fyrra hálvár í 2020. 

Á aðalfundinum í dag varð øll nevndin í Atlantsflogi afturvald, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851