Einki skipanaruppskot viðvíkjandi Sjóvinnustýrinum

Einki skipanaruppskot viðvíkjandi Sjóvinnustýrinum
Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum finst at Landsstýrinum fyri ikki at lurta eftir løgtingsgrannskoðarunum, Landsverki og Fíggjarnevndini
 
12.04.2018 - 09:37

Tíverri er tað reglan heldur enn undantakið, at byggiskráin ikki er klár, tá uppskot um almenna bygging fáa fyrstu viðgerð í løgtinginum.

Hetta er galdandi fyri flestu uppskotini um bygging, sum eru í tinginum í løtuni. Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum finst at Landsstýrinum fyri ikki at lurta eftir løgtingsgrannskoðarunum, Landsverki og Fíggjarnevndini.

Landsstýrið leggur fyri tingið uppskot um verklagslógir uttan byggiskrá og skipanaruppskot.

Skipanaruppskot skulu vera til taks

Løgtingsgrannskoðararnir løgdu á vári 2014 fram uppskot til samtyktar um at leggja frágreiðing fyri løgtingið um átøk og møgulig uppskot um lógarbroytingar, sum skulu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan í almennum byggiætlanum.

Í tí sambandi tók Fíggjarnevndin, sum var tá, undir við tilmælinum frá Landsverki um, at skipanaruppskot skal vera til taks, tá verklagslógir verða lagdar fyri tingið. Skipanaruppskotið er næsta stigið eftir byggiskránna. 

Einki skipanaruppskot viðvíkjandi Sjóvinnustýrinum

Hetta verður tó ikki gjørt, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini, sum hevur viðgjørt byggingina til Sjóvinnustýrið. Í tí málinum er byggiskráin latin Fíggjarnevndini eftir fyrstu viðgerð, men enn er einki skipanaruppskot komið. 

Meirilutin heldur, at Landsstýrið í seinasta lagi í heyst skal geva løgtinginum frágreiðing við grundgevingum fyri, hví landsstýrið móti tilmælinum hjá Landsverki og niðurstøðuni hjá Fíggjarnevndini, leggur verklagslógir uttan byggiskrá og skipanaruppskot fyri løgtingið. 

Ein frágreiðing er helst tann, at løgtingsnevndin vil hava málið lýst so neyvt sum gjørligt, áðrenn niðurstøða verður gjørd fyri at tryggja sær, at kostnaðarmetingin hjá landsstýrinum heldur. 

Vija ikki brúka óneyðuga orku

Landsstýrið hinvegin vil tryggja sær heimildina at byggja, áðrenn ov nógv orka verður brúkt til at fyrireika eina verkætlan, sum í prinsippinum kann fella í løgtinginum. 

Eisini heldur meirilutin í Fíggjarnevndini, at landsstýrið eigur at endurskoða leistin, har avvarðandi aðalráð eigur bygningin, men Landsverk er byggiharri. 

Meirilutin sigur, at landsstýrið í seinasta lagi í heyst skal geva løgtinginum meting um tvíbýtta ábyrgd í byggiverkætlanum. 

Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur, at greiðar ábendingar eru um, at hetta tvíbýtið av ábyrgdini hevur ikki gagnað byggiverkætlanunum hjá landinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585