Ferðsluljós við Hvítanesvegin

Ferðsluljós við Hvítanesvegin
Tórshavnar Kommuna skrivar, at nú verður farið undir at seta ferðsluljós upp við vegamótið Hvítanesvegur - Eystari ringvegur.
Sum eina roynd fer Tórshavnar kommuna at seta upp ferðsluljós við Hvítanesvegin
Mynd: Tórshavnar kommuna / www.torshavn.fo  
 
12.04.2018 - 13:02

Tað stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Sambært kommuni er talan um sokallað intelligent ferðsluljós, skilt á tann hátt, at ljósini verða stýrd í mun til ferðsluna. Radarar eru á mastrunum, sum síggja bilarnar, sum koyra eftir vegnum úr øllum ættum. 

Ein stýrisskipan roknar so út, hvussu ferðslan best kann avgreiðast. Eisini kunnu ljósini stýrast tíðaravmarkað. Tíðarstýring verður einamest nýtt, tá mesta ferðslan er á morgni og seint seinnapartin.

Mong eru tey, ið brúka nógva tíð av degnum at bíða júst har, og Tórshavnar kommuna vónar, at ferðsluljósið loysir ein stóran part av ruðuleikanum, sum valdar av nógvu ferðsluni hvønn dag. 

Næsta stig, um tørvur vísir seg at vera, er at breiðka vegamótið, so at betur pláss er til bæði vinstra- og høgrasvingskoyribreytir.

Kommunan skrivar, at hetta er munandi bíligari loysn í mun til at gera eina rundkoyring. Væntandi kosta ferðsluljósini hálva millión, meðan ein rundkoyring kostar slakar 15 milliónir, stendur á heimasíðuni.

Miðað verður eftir at ferðsluljósini verða virkin í mai í ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584