Kommunusamstørv revsast

Kommunusamstørv revsast
Nú fer Kommunula Eftirlitið eisini at kunna seta í verk tiltøk móti samstarvi hjá kommunum, og ikki bara móti einstøkum kommunum
 
12.04.2018 - 10:29

Nú fer Kommunula Eftirlitið eisini at kunna seta í verk tiltøk móti samstarvi hjá kommunum, og ikki bara móti einstøkum kommunum, kommunustýrum og kommunustýrislimum.

Rættarnevndin er samd um at taka undir við uppskotinum hjá Innlendismálaráðnum um at broyta kommunustýrislógina.

Uppskotið hevur verið leingi á veg. Tað kom í tingið í august.

Dømi um samstarv millum kommunur, samstarv, sum er ásett við lóg, eru barnaverndartænastur, heimatænasta og eldrarøkt.

Uppskotið um lógarbroytingina kom, eftir at Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið funnust hvassliga at stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, tá tað setti leiðara í 2015. 

Hóast Innlendismálaráðið fanst at stýrinum, fekk tað einki gjørt, tí lógin hevur, sum nú er, onga heimild til at fara eftir kommununalum samstørvum - bara eftir einstøkum kommunum.

Innlendismálaráðið, har Kommunala Eftirlitið er, kann sambært lógaruppskotinum ógilda avgerðina hjá einum kommununalum samstarvi, fyribils taka avgerðina av, áleggja kommunustýrislimum tvingsilssektir og saksøkja eftir endurgjaldi, um Innlendismálaráðið ikki góðtekur eina avgerð hjá kommunalum samstarvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652