Vardir bústaðir til børn og ung við autismu

Vardir bústaðir til børn og ung við autismu
Samgonguflokkarnir og Miðflokkurin í fíggjarnevndini taka undir við uppskotinum, um at byggja vardar bústaðir í Havn til børn og ung við autismu
 
12.04.2018 - 16:05

Samgonguflokkarnir og Miðflokkurin í fíggjarnevndini taka undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at byggja vardar bústaðir og búheim og umlættingarheim í Havn til børn og ung við autismu.

Umboðini hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum í fíggjarnevndini taka støðu í tingsalinum. 

Trý ymisk lógaruppskot

Talan er um tveir vardar bústaðir til fólk við menningartarni, sum fara at hava umleið 36 búpláss. Sambært uppskotinum skulu hesir bústaðirnar kosta í mesta lagi 58 milliónir krónur.

Búheimið og umlættingarheimið til børn og ung við autismu skal hava seks búpláss og seks umlættingarpláss umframt eitt dagtilboð til umleið 15 børn og ung. Byggikostnaðurin kann í mesta lagi vera 29 milliónir krónur. 

Fíggjarnevndin viðger eisini eitt uppskot um at byggja nýtt barnaheim í Havn, men álitið í tí málinum er ikki lagt fram enn.

Hesi trý lógaruppskotini eru liður í samlaðu íløguætlanini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum frá 2017 til 2022, um at fáa til vega betri og tíðarhóskandi bústaðir til fólk við serligum tørvi. 

Væntandi liðug í 2022

Landsstýrið hevur sett tilsamans 200 milliónir krónur av til endamálið.

Gongst sum ætlað, skulu allar tríggjar verkætlanirnar verða lidnar í 2022.

Tann fyrsta, sum er búheim og umlættingarheim til børn og ung við autismu, verður væntandi liðug í 2021. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851