Norðurlond skulu ganga á odda móti avtalaðum spæli

Norðurlond skulu ganga á odda móti avtalaðum spæli
Tað er boðskapurin frá nevndini fyri vitan og mentan á evnisfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Íslandi, skrivar heimasíðan hjá Norðurlandaráðnum
 
13.04.2018 - 10:20

Norðurlond skulu verða fyrsta øki í heiminum, sum arbeiðir ímóti matchfixing og avtalaðum spæli, sigur Norðurlandaráðið.

- Matchfixing er stórur trupulleiki kring allan heim, og tað er ósunn mentan innan ítróttina. Tí hevur tað týdning, at Norðurlandaráðið varpar ljós á hetta, so at Norðurlond ganga á odda og í felag gera tað torførari hjá teimum, sum matchfixa at flyta sítt virksemi til onnur lond, sigur Annette Lind frá sosialdemokratiska bólkinum.

Trupulleikin við avtalaðum spæli er kring allan heimin, og limirnir í nevndini vilja senda greið boð um, at Norðurlond mugu samstarva.

Arbeiða við fleiri møguleikum

Á fundinum á Akureyri týsdagin fekk uppskotið stuðul frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Samstundis sum politiska tilgongdin heldur fram, hevur tað týdning, at Norðurlondini finna ymsar mátar at arbeiða fram móti loysnum. 

Í Svøríki er gongd longu komin á málið og har eru nýggj lógaruppskot, - millum annað um, at persónar, sum skipa fyri matchfixing og ávirka leikarar, skulu fáa strangari revsing - eisini persónar, sum gera sær dælt av møguleikanum at spæla í avtalaðum dystum. 

Betri eftirlit

Peter Johnsson, sum er limur í nevndini sigur, at samstundis, sum lóggávan verður herd, verður svenski happadráttar-spælimarknaðurin broyttur. Tað merkir millum annað, at aljóða happadráttafeløg skulu hava spæliloyvi, og tað fer í sjálvum sær at geva betri eftirlit við matchfixing.

Vónin er, at tiltøk og royndir, sum hesar, skulu kunna brúkast í øllum Norðurlondum, og á tann hátt skjótari bøta um støðuna.

- Nú Svøríki herðir lóggávuna í sambandi við matchfixing, vóni eg, at hini norðurlondini fáa íblástur og gera tað sama, sigur Peter Johnsson.

Altjóða Olympiska nevndin og ítróttarsambond í Norðurlondum hava tætt samstarv, tá tað snýr seg um reglugerðir, sum skulu galda í øllum Norðurlondum, - men nevndirnar leggja dent á, at almennu happadráttarfeløgini hava eisini týðandi leiklut við sínum skipanum, sum kunnu tryggja og menna eftirlitið við avtalaðum dystum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858