Skiparin arbeiddi í loyndum við løgregluni

Skiparin arbeiddi í loyndum við løgregluni
Føroyski skiparin á trolaranum, Polar Nanok, arbeiddi í loyndum saman við íslendsku løgregluni í málinum um drápið á íslendsku Birnu Brjánsdóttir
Mynd: Vísir  
 
16.04.2018 - 12:08

Føroyski skiparin á grønlendska trolaranum, Polar Nanok, arbeiddi í loyndum saman við íslendsku løgregluni, so greiða kundi fáast á málinum um drápið á íslendsku Birnu Brjansdóttir.

Tað skrivar grønlendska kringvarpið, eftir at ein grein um málið hevur verið í bretska blaðnum, The Guardian, sum hevur tosað við íslendska kanningarleiðaran.

Sambært blaðnum var støðan hjá íslendsku løgregluni ikki góð, tá tað kom fram í kanningararbeiðinum, at onkur umborð á trolaranum, helst hevði okkurt við málið at gera. Trolarin var tá komin í grønlendskan sjógv, og tí kundi íslendska løgreglan einki gera.

Kortini var ein ætlan sett í verk, so íslendsk løgreglufólk vórðu flogin umborð á danska sjóverjuskipið, Triton, sum skuldi sigla til Grønlands eftir grønlendskum løgreglufólkum, sum síðani skuldu umborð á Polar Nanok.

Men skiparin á Polar Nanok hevði fingið varhugan av, at skipið kundi hava tilknýti til málið. Tí boðaði hann manningin frá, at teir høvdu trupulleikar við motorinum, og máttu sigla aftur til Íslands. Samstundis sløkti hann fyri internetinum og stongdi tí alt samskifti við umheimin, so manningin ikki fekk frænir av, hvat talan var um.

So skjótt sum trolarin var komin í íslendskan sjógv, vórðu íslendsk løgreglufólk sett umborð á Polar Nanok og tóku tveir av manningini.

Annar maðurin var seinni latin leysur, meðan hin í september í fjør varð dømdur 19 ára fongsulsrevsing fyri dráp og fyri at hava smuglað rúsevnir.

Hann noktaði seg sekan, og skjeyt dómin inn fyri hægri rætt.

Greinin í bretska blaðnum The Guardian er ein sokallað long-read, tað vil siga ein longri grein. Tú kanst lesa hana her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585