Vandamikið barnaputur

Vandamikið barnaputur
Fyritøkan, Johnson&Johnson, sum framleiðir barnaputur, er dømd at rinda einum manni nærum eina miljard krónur í endurgjaldi
 
16.04.2018 - 14:27

Maðurin heldur seg hava fingið lungnakrabba av asbesti í putrinum, sum eisini er selt í Föroyum.

Dómurin kann hava við sær túsundtals nýggj sakarmál frá fólkum, sum halda, at tey hava fingið krabbamein av putrinum, skrivar Reuters. Sum er, eru 6.000 sakarmál móti Johnson&Johnson í sambandi við krabbamein í eggjastokkunum, skrivar AP.

Í rættarmálinum søgdu sakførararnir, at teir høvdu fingið hendur á innanhýsis skjølum frá Johnson&Johnson, sum prógva, at felagið síðani 1970'árini hevur vitað, at barnaputrið var dálkað við asbest.

Johnson&Johnson vísa aftur skuldsetingunum, og siga, at dómurin verður kærdur. Sakførararnir hjá fyritøkuni siga, at innanhýsisskjalið, sum víst verður til, er feil-tulking, og at tað er ongantíð staðfest, at putrið er dálkað við asbest. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585