Vilja hava skipaða frítíð

17.04.2018 - 11:17
AktueltSamfelag
Vilja hava skipaða frítíð
Flogskipararnir vrakaðu í gjárkvøldið semingsuppskotið, tí eingi av krøvum teirra vórðu góðtikin, sigur formaðurin í flogskiparafelagnum
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Flogskiparafelagið hevur onga viðmerking í løtuni um eitt møguligt verkfall hjá limunum í felagnum.

Flogskiparnir vrakaðu í gjárkvøldið semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar mánanáttina. Tað gjørdu teir, tí eingi av krøvum teirra vórðu góðtikin í uppskotinum, sigur Johan Vágadal, formaður í flogskiparafelagnum. 

Til reiðar at semjast

Hann sigur, at felagið er altíð til reiðar at fara aftur til samráðingar, um mótparturin tekur krøvini hjá flogskiparafelagnum í álvara.

Arbeiðsgevarafelagið góðtók semingsuppskotið. Semingsstovnurin er nú givin at royna at finna semja um nýggjan sáttmála.

Feløgini hava 14 daga freist at boða frá arbeiðsteðgi. Ein møguligur arbeiðssteðgur kann tí í fyrsta lagi byrja mikudagin 2. mai.

Vilja hava skipaða frítíð

Johan Vágadal sigur, at flogskipararnir krevja ikki lønarhækking, men fyrst og fremst betri arbeiðsumstøður - so sum skipaða frítíð. 

Eitt semingsuppskot varð lagt fyri partarnir mánanáttina. Teir skuldu svara í gjárkvøldið klokkan tíggju.

Hóast flogskipararnir vrakaðu semingsuppskotið, royndi Semingsstovnurin í nakrar tímar eftir klokkan tíggju í gjárkvøldið at fáa semju í lag, men tað varð uttan úrslit.   

Ongar viðmerkingar frá Atlantsflog

Sáttmálin millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag fór úr gildi á midnátt fríggjakvøldið. Partarnir hava í fyrsta umfari longt sáttmálan til á midnátt í kvøld.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, hevur onga viðmerking so leingi, sáttmálin er í gildi. Tað er hann til á midnátt í kvøld. 

Sáttmálin er ikki galdandi fyri tyrlurnar hjá Atlantic Airways. Teir, sum flúgva tær, hava ein annan sáttmála enn tey, sum flúgva flogførini. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. apríl
Morgunlestur leygardagur 21. apríl 2018
79724
Fríggjadag 20. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 20. apríl 2018
79723
Hósdag 19. apríl
Kvørnin ummælir "Lagna"
80050
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. apríl
Lyst 14
79977
Hósdag 19. apríl
Gud signi Føroyar 6:6
79994
Mikudag 18. apríl
25 minuttir: Bára Silvansdóttir
79974
Mánadag 16. apríl
3-2
79896
Sunnudag 15. apríl
Møti úr Oasuni í Hoyvík
79843