Macron eldhugaða røðu um fólkaræði

Macron eldhugaða røðu um fólkaræði
- Eg vil ikki vera partur av einum ættarliði av svøvngangarum, segði franski forsetin í eldhugaðari røðu um fólkaræði í Evropaparlamentinum
 
17.04.2018 - 15:26

- Eg vil ikki vera partur av einum ættarliði av svøvngangarum.

M.a. hetta segði franski forsetin, Emmanuel Macron í eldhugaðari røðu í Evropaparlamentinum í dag, har hann eggjaði parlamentslimunum til at endurnýggja lyftið um at stríðast fyri og verja europeiskt fólkaræði, sum franski forsetin heldur er undir trýsti av autoriterum ráki.

Hann minti tinglimirnar á, at hugsjónin um europeiska samstarvið vaks burtur úr øðrum heimskríggi

- So valið er einfalt. Eg vil ikki vera partur av einum ættarliði av svøvngangarum, sum hevur gloymt sína fortíð. Eg vil ikki vera partur av einum ættarliði, sum noktar at viðurkenna plágurnar í egnari samtíð. Hvør einstakur fer at taka ábyrgd. Eg vil vera partur av einum ættarliði, sum hevur valt at verja sítt fólkaræði, segði Emmanuel Macron við evropeisku tinglimirnar.

Vil hava veljaran at taka ES í álvara

Franski forsetin hevur sett sær fyri at fáa veljararnar at taka ES í álvara aftur. Í røðu síni fordømdi hann, at fólk í Evropa verða bergtikin av tí illiberala, sum hann kallaði tað.

- Fólkaræði er eitt orð, sum hevur meining, og sum er sprottið úr fortíðarinnar stríði, segði hann.

Í fjør vann Emmanuel Macron franska forsetavalið við nýggja liberala flokki sínum La République en Marche, sum hevur ein sterkan ES-vinarligan profil. Mótstøðukvinnan undir seinna umfarinum av valinum var Marine Le Pen, forkvinna í Front National, sum er nationalistiskur flokkur og sera atfinningarsamur móti ES.

Røðan hjá Macron í Strasbourg í dag snúði seg um hansara visjón um fólkaræðiliga endurnýggjan av ES, nú nationalisma er vaksandi í ES-londunum.

Ein stór avbjóðing fyri Emmanuel Macron er, at hansara flokkur ikki hoyrir til nakran av høvuðsbólkunum í ES-parlamentinum, sum skal veljast av nýggjum næsta ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887