Gjaldoyragrunnurin ávarar um handilskríggj

Gjaldoyragrunnurin ávarar um handilskríggj
Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, ávarar um, at versnandi handilsviðurskiftini millum Kina og USA kunnu oyðileggja støðuga vøksturin búskapinum
 
18.04.2018 - 09:13

Men IMF sigur samstundis, at enn er møguligt hjá báðum londunum at taka annað skinn um bak.

Í seinastu frágreiðing sínari hevur IMF varðveitt sína forsøgn um, at alheimsbúskapurin fer at vaksa við 3,9 % bæði í ár og næsta ár. Men fremsti búskaparfrøðingurin hjá Gjaldoyragrunninum, Maurice Obstfeld, sigur sambært Reuters, at vøksturin kann minka í longdini, um fleiri tiltøk og móttiltøk verða sett í gildi av amerikanarum og kinesarum.

IMF og Heimsbankin halda várfund hesa vikuna, og væntandi verður tað handil, sum fer at standa ovast á skránni.

Spurdur um hann heldur, at handilskríggj fer at bresta á, sigur Obstfeld við Reuters, at USA og Kina hava skotið nøkur "ávaringarskot" við sínum ætlanum um innflutningstoll, men hava ikki enn sett tey í gildi.

Obstfeld sigur, at handilstiltøkini hjá Trump-stjórnini fara at minka lítil um samlaða hallið á handils- og gjaldsjavnanum, tí hesi hallini hava meira at gera við, at USA brúkar meira pening enn tey forvinna, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585