Sáttmálin hjá flogskiparunum longdur

Sáttmálin hjá flogskiparunum longdur
Semingsmaðurin hevur longt sáttmálan millum flogskipararnar og arbeiðsgevararnar. Tí er ein møguligur arbeiðssteðgur útsettur.
 
18.04.2018 - 06:02

Sáttmálin millum flogskipararnar og arbeiðsgevararanar er longdur til 27 apríl á miðnátt.

Í gjárkvøldið kallaði, Terje Sigurdsson, semingsmaður,  Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya til fundar.

Semingsstovnurin metir, at eitt høvðusmál í samráðingunum millum partarnar ikki er nóg væl viðgjørt. Mett verður, at tað er neyðugt, at partarnir í felag viðgera henda spurningin neyvari, áðrenn samráðingar um nýggjan sáttmála halda fram, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.

Semingsstovnurin heitti tí á partarnar um at leingja galdandi sáttmála til 27. apríl á midnátt, og hesum eftirlíkaðu bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

Hetta merkir samstundis, at ein møguligur arbeiðssteðgur ikki kann byrja fyrrenn leygardagin 12. mai, sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585